Búmerkið hjá felagnum

Myndir.

Deyvafelag Føroya 50 ár.

12. februar 2022 hátíðarhildu fleiri limir 50 ára dagin hjá Deyvafelag Føroya.

Jólaborðhald 2022 á Hafnia.

Aðalfundur 2. mai 2015.

Aðalfundur 2012.

Leygardagin tann 10. mars var árligi aðalfundurin í Deyvafelagnum.

Fundurin gekk væl, og var gott ábit eftir fundin.

Nýtt starvsfólk er sett í Deyvafelagnum, Ingibjørg Jacobsen, og kann hon síggjast á myndini saman við Sólvu.

Jólaveitsla 2011.

Leygardagin 3. desember 2011 var árliga jólaveitslan í Deyvafelagnum. Dagurin byrjaði við einum jóladøgurða á Hotel Hafnia kl. 12.00. Sìðani varð farið í Jólagudstænastu í Vesturkirkjuni kl. 14.00, og eftir hetta var árliga jólaveitslan hildin í Deyvahúsinum. FItt av fólki var møtt til dagin og jólamaðurin kom sjálvandi eisini á vitjan.

Fiskikapping 2011.

Leygardagin 24. september var árliga fiskikappingin hjá Deyvafelagnum.

Hesu ferð varð farið til Oyragjógv at fiska. Men, eftirsum at fongurin var eingin har, var farið til Miðvágs.
Her gekk betur. Eivind fekk stórsta fiskin sum var 27,5 cm. Nr. 2 bleiv Jón, har fiskurin var 26 cm. Eingin nr. 3 var, tí at bert 2
fiskar vóru fiskaðir, so ikki kann man siga at fongurin var stórur.

Vinngurin var eitt gávurkort frá SMS á 300 kr. til nr. 1 og 200 kr. til nr. 2.

Tilsamans vóru 9 luttakarar.

Eftir kappingina bjóðaði Maria heim til sín sjálvs. Pizza bleiv keypt og omaná vóru heimagjørdar vaflur.

Alt í alt ein góður dagur.

Tulkabrúkaraworkshop 12. nov. 2011.

Leygardagin tann 12. november 2011, skipaði Deyvafelagið saman við Teknmálstulkatænastuni fyri einum Tulkabrúkaraworkshoppi. Hetta var aðru ferð, at skipað varð fyri einum tílíkum degi, og eydnaðist dagurin sera væl.

Ætlanin er at hava eitt tílíkan dag aftur í februar 2012.

Ferðafrásøgn Nepal 2011.

Leygardagin tann 9. apríl hevði Edny ein fyrilestur ella eina ferðafrásøgn um túrin hjá sær í Nepal í 2010.

Her síggjast nakrar myndir frá degnum, sum var í Deyvahúsinum. Edny vísti myndir og ymiskt sum hon hevði keypt í Nepal fram.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Aðalfundur 2011.

Árligi aðalfundurin í Deyvafelagnum var tann 12. februar 2011. Fundurin byrjaði kl. 14.00 og endaði kl. 16.00, so man kann ikki siga annað enn, at tad gekk væl.

Fundurin var á sjálvum føðingardegnum hjá Deyvafelagnum. Eftir fundin vaðr bjóðað til smyrjibreyð frá Smyrjibreyðsbúðini og til heimabakaða kaku frá Sólvu.

Val var um allar postarnar í nevndini. Formaður bleiv Ásmund Reyðberg, Bára Johannesen bleiv næstformaður og Gudrun Olesen bleiv skrivari. Tiltakslimir vóru Hans Hansen og Jón Petersen.

Til Grunn Teirra Deyvu blivu Gudrun Olesen, Høgni Højgaard og Mariann Christansen vald. Ásmund Reyðberg er limur, umboðandi nevndina í Deyvafelagnum.

Hilmar 100 ár.

Týsdagin tann 7. desember 2010 kundi Hilmar hátíðarhalda sín 100 ára føðingardag. Dagurin bleiv hildin á Láargarði, har Hilmar býr.

Ulla De Blanck 2011.

Leygardagin 11. juni 2011 var Ulla de Blanck, psykoterapeutur, í Deyvahúsinum og hevði ein temadag um assertatión.

Her eru nakrar myndir frá einum væleydnaðum degi.

DDL 75 ár.

Í samband við, at DDL hevur 75 ára føðingardag í ár, hevur DDL skipað fyri ymiskum tiltøkum fyri limunum. Eitt av tiltøkunum, har eisini limirnir í Føroyum kundu vera við, var ein hugnaløta týskvøldið tann 18. mai 2010.

DDL hevði skipað fyri, at limafeløg runt Danmark og eisini í Føroyum, kundu vera við til eitt hugnakvøld. Hetta var gjørt soleiðis, at alt sum gekk fyri seg í Keypmannahavn, bleiv upptikið á netinum. Sìðani kundi limafeløgini vísa hetta á stórskíggja.

Deyvafelagið her í Føroyum hevði eisini gjørt tað møguligt, at limirnir her í Føroyum kundu fylgja við øllum sum hendi. Nógv ymiskt var á skránni, m.a. høvdu øll limafeløgini eina heilsan, sum sást av øllum hinum limafeløgunum.

Deyvafelagið hevði bílagt eina flotta kaku til høvið, sum byrjaði kl. 18 og helt áfram til kl. 21.00. Sera huganligt, sum eisini sæst á myndunum.

Á brandstøðini 2010.

Allir limirnir hjá Deyvafelagnum vórðu bjóðaðir niðan til Brandstøðina leygardagin tann 15. mai 2010 kl. 15.00.

Tað var Brandstøðin sum saman við Deyvaráðgevanum stóðu fyri tiltakinum og varð hetta gjørt í samband við, at deyv hava fingið atgongd til at at senda eitt sms, um teimum tørvar bráfeingishjálp.

Fitt av fólki var møtt til tiltakið, sum var sera væl eydnað. Fyrst fingu fólk eina stutta kunning um alarmskipanina, og síðani fingu vit eina rundvísing á Brandstøðini. Kartni Hansen, sum er leiðari fyri Brandstøðina kunnaði um arbeiðið hjá Brandstøðini, hvørjar uppgávur tey taka sær av, hvat hendir tá deyv senda eitt sms o.s.fr. Eftir hetta fóru vit í kjallaran har vit sóu allar bilarnar sum tey hava.

Eftir rundvísingina fingu vit vit ein kaffimun við onkrum góðum afturvið og fingu aftur høvi at seta spurningar til Kartna.

Alt í alt ein sera hugnalig løta, sum gav okkum eitt gott innlit í, hvørjum Branstøðin tekur sær av.

Deyvafelagið takkar Brandstøðini mangar ferðir fyri, at limirnir fingu høvi at koma niðan og enn einaferð fingu góða kunning um alarmskipanina.

Workshop 2010.

Leygardagin tann 12. juni skipaðu Deyvafelagið og Teknmálstulkatænastan fyri einum Workshoppi. Evnið fyri Workshoppini var "Hvat er tulking".

Fyrst løgdu tulkarnir fram, hvat tulking merkir og hvat tey skulu tulka. M.a. greiddu tey frá, at tey tulka ikki bara mál, men eisini mentan. Bæði til deyv og hoyrandi. Eftir hetta fingu øll 2 spurningar, sum tey skuldu tosa um í bólkum. Tey deyvu fóru í 3 bólkar og tulkarnir í 1 bólk.

Spurningarnir sum tey skuldu svara uppá, síggjast á mynd nummar 5.

Eftir hetta skuldu hvør bólkur leggja fram, eisini tulkarnir.

Ætlanin er at hava fleiri tílík Workshop um tulking, so um tú hevur eitt evnið, sum tú ynskir verður viðgjørt, kanst tú geva boð til tulkarnar ella Bjørg.

Grilldagur 2010.

Leygardagin tann 19. juni 2010 var tað grilldagur í Deyvahúsinum. Veðrið var gott, so tað var møguligt at sita uttanfyri og eta. Tó ótu tey flestu innandura, sum man kann síggja á myndunum. Búffar og salat var á matarskránni, og so var eisini okkurt til at sløkkja tostan við.

Aftaná var skráin VM-fótbóltur fyri mennirnar og spælið Partners fyri kvinnurnar.

Aðalfundur 2010.

Árligi aðalfundurin í Deyvafelagnum var leygardagin tann 13. mars 2010. Fundurin byrjaði stundisliga kl. 14.00 og endaði kl. 16.30. Eftir fundin var kaffi og kaka at fáa, og síðani varð farið upp á loftið aftur. Har greiddi Deyvaráðgevin, saman við Kartni Hansen frá Brandstøðini, frá nýggju alarmskipanini, sum deyv hava fingið atgongd til.

At enda varð borðreitt við smyrjibreyði í køkinum.

Nýggjar nevndir vórðu valdar, bæði til Deyvafelagið og til Grunn Teirra Deyvu. Nýggi formaðurin í Deyvafelagnum er Hermund Zachariassen, og ynskir Deyvafelagið honum vælkomnan sum formann.

Jólahugni 2009.

Árligi jólahugnin í Deyvahúsinum var leygardagin tann 5. desember 2009, og ikki kann sigast annað enn, at tað eydnaðist sera væl.

Upp ímóti 70 fólkum komu, ung sum eldri. Ein drekkamunnur var at fáa, rís a la mande, mandarinur og karamellur, og so varð eisini dansað um jólatræðið.

Aftaná at dansað varð um træðið, kom jólamaðurin á vitjan, sum bleiv sera væl móttikin, ikki minst av teimum yngru, sum eisini fingu ein jólapakka frá honum.

Eftir hetta hugnaðu fólk sær. Onkur børn spældu "fløskan melur runt" og tey vaksnu fingu høvi at práta við hvønn annan.

Alt í alt ein sera hugnaligur dagur og kunnu tit her síggja nakrar myndir frá degnum.

Aðalfundur 2009.

Aðalfundurin hjá Deyvafelag Føroya var tann 29. apríl 2009 kl. 14.00 i Deyvahúsinum.

Byrjað varð stundisliga kl. 14.00 og fyrsti steðgur var um kl. 15.30. Eftir kaffi og ein køkubita, var hildið áfram til kl. 19.00. Eftir hetta bjóðaði Deyvafelagið til ábit, har man fekk "højtbelagt" smyrjibreyð frá Smyrjibreyðsbúðini.

Alt í alt ein hugnaligur dagur, har limirnir fingu høvi at hittast og fáa eitt prát saman.

Láturskeið 2009.

Láturskeið var í Deyvahúsinum 12. september, eftir at limafundur var hildin. Limafundur var frá kl. 14 og skeiðið byrjaði kl. 16.30. Ein væleydnaður dagur í Deyvahúsinum, har fólk hugnaðu sær.

Tunnusláttur 2009.

Í februar 2009 var tann árligi tunnuslátturin í Deyvahúsinum. Fitt av fólki vóru møtt til tiltakið. Fyrst var tunnusláttur, og eftir at ein kattakongur var funnin, var farið inn í Deyvahúsið, har ein nátturðabiti var at fáa og síðani okkurt afturvið kaffimunninum.

Summarútferð 2009.

Summarútferðin í 2009 gekk til Svínoyar.

Byrjað var í Hvannasundi, har Másin fór kl. 8:45. Siglitúrurin tók um 45 min. Eftir at komið var á land gekk túrurin til bygdina og til skúlan í bygdini, har viðføri og annað bleiv stillað.

Deyvafelagið hevði bílagt ein frásøgumann, Óli á Geilini, at greiða frá ymiskum á Svínoynni. M.a. greiddi hann frá, hvussu man hevur skorið torv. Hervør á Torkilsheyggi var tulkur á túrinum.

Borðreitt var vid heitum mati.

Alt í alt ein góður túrur, sjálvt um veðrið hevdi kunnað verið betri. Men so er í Føroyum :)