Búmerkið hjá felagnum

Viðtøkur.

Navn og heimstaður

§ 1. Navn felagsins er "Grunnur Teirra Deyvu”.

§ 2. Heimstaður grunsins er Tórshavn.

Endamál

§ 3. Stuðul úr grunninum kann játtast til ymisk endamál innan mentunarøki teirra deyvu, heima og uttanlands.

Fyrstu ferð játtað varð, var um summarið 1995.

Stovnsfæ grunsins

§ 4. Ein bankabók verður stovnað í einum føroyskum peningastovni við hægstu rentu. 

Kr. 37.657,00 verða settar inn á bókina. 

Stovnsfæið verður hækkað við kr. 5.000,00 hvørt ár, fyrstu ferð 1. apríl 2004. 

Stovnsfæið má ikki nemast. Bert tað, sum er omanfyri stovnsfæið, kann nýtast.

§ 5. Umframt stovnsfæið hevur Deyvafelag Føroya játtað ,,Grunni Teirra Deyvu” frá og við 1. januar 1998 og síðani á hvørjum ári kr. 10.000,00 frá inntøkuni av girokortunum og kr. 15.000,00 frá inntøkuni av jólakalendarasøluni. 

§ 6. Ein og hvør, sum er virkin limur í Deyvafelagi Føroya, kann senda umsókn til nevnd grunsins. Loyvt er bert at játta stuðul tvær ferðir um árið til sama persón.

§ 7. Fyri at ein umsókn kann koma til viðgerðar, krevst, at hon er skrivað á tað oyðiblaðið, ið nevndin fyri grunnin letur prenta. 

Oyðiblaðið til ,,Grunn Teirra Deyvu” skal vera nevndini í hendi 1 mánaða áðrenn ætlaða tiltak ella ferð verður framd. 

Um umsøkjarin ikki gjøgnumførir ætlaða tiltak ella ferð, skal viðkomandi geva nevndini í ,,Grunni Teirra Deyvu” boð um hetta í seinasta lagi 3 vikur aftaná, og stuðulin skal so verða latin grunninum aftur.

§ 8. Grunnurin verður stýrdur av eini nevnd, ið telur 3 limir. 

Nevndin verður skipað við:

  • Formanni
  • Skrivara
  • 1 (eitt) Nevndarumboð
  • 1 (eitt) Eykanevndarumboð

Nevndin í ,,Grunni Teirra Deyvu” ger sjálv av, hvør verður Skrivari og Eykanevndarumboð. 

Nevndin verður vald hvørt ár á aðalfundi hjá Deyvafelagi Føroya. Tveir limir verða valdir millum limirnar hjá Deyvafelagi Føroya, og ein limur verður valdur úr nevndini hjá Deyvafelagi Føroya. 

Limurin, ið verður valdur úr nevndini hjá Deyvafelagi Føroya, verður formaður.

§ 9. Nevndin førir gerðabók fyri virksemi grunsins.

§ 10. Nevndin hevur fund, tá umsóknir koma inn, og annars tá ein av nevndarlimunum biður um tað. 

Formaðurin kallar við vanligum brævi til nevndarfundar. 

Nevndin er bert viðtøkufør, um allir 3 limirnir eru møttir til fundin. 

Allar avgerðir hjá nevndini verða tiknar við vanligum meiriluta.

§ 11. Grunnurin verður bundin við undirskrift nevndarformansins ella 2 nevndarlimum.

Roknskapur og grannskoðan

§ 12. Roknskaparár grunsin gongur frá 1. januar til 31. desember. 

Roknskapur grunsins verður á hvørjum ári grannskoðaður av einum løggildum grannskoðara og eftir lokna grannskoðan lagdur fram á ársaðalfundi hjá Deyvafelagi Føroya til góðkenningar.

Broytingar í reglugerðini

§ 13. Nevndin kann taka stig til, at grunnurin verður avtikin, men slík avgerð er bert gildug, um hon verður góðkend av 2/3 av møttu limunum á ársaðalfundi Deyvafelagsins. 

Verður grunnurin avtikin, skal stovnsfæið nýtast til eitthvørt endamál til frama fyri tey deyvu, búsitandi í Føroyum. 

Soleiðis viðtikið á aðalfundi felagsins tann 2. apríl 2005.